Búmerki kunnu líkjast í ávísan mun

05.05.2015 - 12:01
Lívsstílur
Búmerki kunnu líkjast í ávísan mun
-Tað er loyvt handlum, matstovum og øðrum at fáa íblástur til navn og búmerki frá øðrum í somu vinnu, sigur Jógvan S. Samuelsen, løgfrøðingur

Javnan hoyra vit um handlar, matstovur og virki trætast um, hvør var fyrstur við einum búmerki ella navni. Men Nær stjelur tú eitt búmerki, og kanst tú brúka eitt navn til títt virki, sum onkur annar brúkar frammanundan?


Jógvan Svabo Samuelsen er løgfrøðingur og hevur skrivað serritgerð um vørumerkjarætt.


Sambært honum eru fleiri faktorar galdandi, tá tosað verður um at herma eftir einum búmerki ella brúka sama navn, sum onkur annar longu brúkar.


- At fáa íblástur frá onkrum, sum longu er á marknaðinum, er loyvt. Tó er tað bara loyvt í ein ávísan mun, sigur Jógvan Svabo Samuelsen og leggur afturat:


- Orsøkin, til at til dømis tvær matstovur ikki skulu hava sama búmerki og navn, er, at tú sum kundi skalt kunna skyna á mun á matstovunum. Tað er serliga umráðandi, um matsotvurnar selja somu matvørur og harvið eru á sama marknaði, sigur Jógvan Svabo Samuelsen.


Hann sigur, at í Føroyum er tað ein sjáldsamur trupulleiki, at handlar, matstovur og virki beinleiðis herma eftir hvørjumøðrum.


- Sum oftast er tað soleiðis, at jú kendari tín fyritøka er, tess betur er hon somuleiðis vard, sigur Jógvan Svabo Samuelsen.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012