Fráboðanarskyldan er sera umráðandi

05.05.2015 - 13:55
Lívsstílur
Fráboðanarskyldan er sera umráðandi
Um tú veitst um barn, sum ikki hevur tað gott heima, skalt tú boða mynduleikunum frá, sigur Súsanna Nordendal, løgfrøðingur, í samband við SIG FRÁ!

Nú verður aftur skipað fyri tiltøkum at greiða frá arbeiðinum við heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum.

Síðani arbeiðið at seta í verk heildarætlanina byrjaði, hava ymisk tiltøk verið. Fakbólkar eins og almenningurin annars hava fingið kunning um arbeiðið, ymiskt upplýsandi tilfar er framleitt og viðgerðartilboð eru sett á stovn. Alt hetta til tess at varpa ljós á harðskap og at basa harðskapi í parløgum og nærsambondum.

Nú verða so aftur tiltøk - undir heitinum Sig frá! - har almenningurin fær høvi at kunna seg um evnið.

Tríggir serfrøðingar fara síðani at hava framløgu: Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur, fer at tosa um, hvussu harðskapur ávirkar børn og Mariann Reinert, politistur, fer at tosa um ung og harðskap og Súsanna Nordendal, løgfrøðingur í Almannamálaráðnum, fer at tosa um skylduna, vit øll hava at boða myndugleikunum frá, gerast vit stúrin um eitt barn.
Súsanna Nordendal er í útvarpsstovuni

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010