Tordi ikki at vera úti millum fólk

06.05.2015 - 11:48
Lívsstílur
Tordi ikki at vera úti millum fólk
- Tá eg var modell kundi eg onkursvegna goyma meg aftan fyri eina masku, sigur Simona Midjord, sum í nógv ár hevði sosialfobi

- Eg ordi ikki út, tordi ikki at leggja fram í skúlanum og var altíð bangin fyri, um fólk fóru at seta mær onkran spurning, og eg ikki dugdi at svara teimum.


Orðini eigur 37 ára gamla Simona Midjord av Argjum.


Ein part av barna- og ungdómsárunum hevði hon ein gerandisdag, sum í allar mátar var merktur av, at hon hevði sosialfobi.


- Eg dugdi væl at síggja, at hetta ikki bara var vanligt smædni, tí eg kendi meg altíð ótrygga, tá eg var úti millum fólk, sigur Simona Midjord.


Men vend kom í, tá Simona Midjord gekk í 2.g í Studentaskúlanum í Hoydølum, tí tá hendi ein góð broyting í lívinum. Simona Midjord fekk møguleika at royna seg sum modell uttanlands.


- Á ein ellla annan hátt bleiv eg tryggari við meg sjálva. Dugdi at síggja, at kanska var tað nakað gott við at hava ta útsjóndina, sum eg nú einaferð hevði. Eg fór at hvíla meir í mær sjálvari, sigur Simona Midjord, sum í dag als einki merkir til sosialfobiina.


Í Vegamótinum fortelur Simona Midjord millum annað, hvussu sosialfobiin stýrdi hennara gerandisdegi í fleiri ár, hvat tíðin sum modell gjørdi við sosialfobiina, og hvussu hon í dag hjálpir børnum og ungum, sum eru í somu støðu, sum hon einaferð var í.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012