Brúka bussin heldur enn bilin

06.05.2015 - 10:23
Lívsstílur
Brúka bussin heldur enn bilin
- Føroyingar hugsa um at minka um orkunýtslu, tá oljuprísirnir eru høgir, og tað rakar pengapungin, sigur Bogi B. Jensen, professari í orkuverkfrøði

Føroyingar eru sum heild rættiliga tilvitaðir um at minka um orkunýtsluna og harvið verja umhvørvið.


Tað heldur Bogi Bech Jensen, sum er professari í orkuverkfrøði.


Í sambandi við Umhvørvisvikuna, sum er nú, verður fokus millum annað sett á orkunýtslu og og ikki minst alla tað orkuna, sum fer til spillis.


Nógv kann gerast fyri at minka um orkunýtsluna, sum vit hava í dag.


- Trupulleikin er ofta tann, at vit velja komfort heldur enn at hugsa um umhvørvið. Til dømis vildi tað gjørt ein stóran mun, um vit bara av og á koyrdu í bussi ístaðin fyri okkara egna bili, sigur Bogi Bech Jensen og leggur afturat:


-Til dømis ber til at bjálva húsini nógv betur, enn tey flestu gera, tí harvið sleppa vit undan allari spillorkuni, sum fleiri húsarhald í dag hava, sigur Bogi Bech Jensen.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652