- Farið ikki í panikk av morsniglunum

07.05.2015 - 11:35
Lívsstílur
- Farið ikki í panikk av morsniglunum
- Morsniglar eru bert ein trupulleiki, um teir vera ov nógvir í tali, sigur Tróndur Leivsson, landsskógarvørur

Í sambandi við Umhvørvisvikuna í Tórshavnar Kommunu er sokallaða sniglakríggið aftur á skránni.


Hósdagur 7. mai er valdur at vera dagurin, har urtagarðseigarar royna at basa morsniglinum - snigilin, ið kann oyðileggja ein vakran urtagarð.


Men sambært landsskógarvørinum, Tróndi Leivsson, er eingin orsøk hjá fólki at fara í panikk, um tey blíva varug við ein morsnigil í urtagarðinum.


- Um tú hevur eitt sindur av sniglum, er eingin orsøk at fara í panikk. Vit skulu minnast til, at sniglarnir hava eisini eina týdningarmikla uppgávu í urtagørðunum, tí teir eta plantutilfar og gera síðani fruktagóða jørð, sigur Tróndur Leivsson.


Hann vísir tó á, at ein urtagarður við nógvum morsniglum kann blíva ein trupulleiki.


- Morsniglinum dámar fekst plantutilfar og hevur lyndi til at leggjast á nyttuvøkst og prýisvøkst, sum flestu urtagarðseigarum dámar. Hevur tú nógvar morsniglar, so leggur tú merki til, at knappliga er nógvur vøkstur í urtagarðinum etin, og tað er sjálvandi óheppið, sigur Tróndur Leivsson, sum í Góðan Morgun Føroyar gav góð ráð í sambandi við at basa morsniglinum.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887