Elski at spæla innihaldsríkar sangir

15.05.2015 - 14:43
ListTónleikur
Elski at spæla innihaldsríkar sangir
Bára Silvansdóttir og beiggin, Búgvi Johannesen ein sang í morgun og Bára greiddi frá nýggja staklagnum, sum eitur "Renna undan"

Bára Silvansdóttir gav út sítt næsta staklag síðsta fríggjadag, sum eitur "Renna undan". Hetta er eitt samstarv saman við Julian Andreasen. 

Í morgun spældu hon og tvíburðabeiggin, Búgvi Johannesen, live í útvarpsstovuni. Hon er bert 19 ára gomul, og sigur seg ikki hava funnið sína tónleikahill henn. 

Men tó, so dámar henni best at syngja friðarligar sangir, sum hava eitt týðandi innihald. 

Og soleiðis var eisini við sanginum, sum hon sang í morgun. Hon hevur skrivað hann til son sín, sum er tvey ára gamal. Bára hevur skrivað tekstin og beiggin, Búgvi. hevur gjørt lagið.

Hoyr samrøðuna og sangin omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858