- Etið endiliga epli

19.05.2015 - 11:02
Lívsstílur
- Etið endiliga epli
Flestu modernaðu kostrákini eru óneyðug og óhóskandi til føroysku matmentanina, sigur Snorri Patursson, kostfrøðingur

Hvønn dag lesa og hoyra vit um ymisk kostrák, ið fortelja okkum, hvat vit helst skulu eta, og hvat vit eiga at halda okkum frá.

- Tað finnast ein rúgva av kostrákum, og júst eins og við klædnamóta so hava vit eisini matmóta. Til dømis er tað modernað nú at halda seg frá gluten, men í royn og veru, so tola tey allarflestu mat við gluten. Uttan so tey hava fingið staðfest eina sjúku sum til dømis cøliaki.

Soleiðis sigur Snorri Patursson, ið er útbúgvin kostfrøðingur.

Í táttinum "Hyggjuráð" í morgunsendingini týsmorgunin svaraði hann spurningum frá lurtarum um ymiskar matvørur.

- Fleiri av kostrákunum fortelja okkum, at vit ikki skulu eta breyð, epli og rís, men í roynd og veru er epli, sum vit føroyingar altíð hava etið nógv av, ótrúliga heilsugóður matur, og eg haldi ikki, at vit skulu gevast at eta epli, bara tí at nú eru eplini ómodernað, sigur Snorri Patursson.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819