Norska oljuvinnan dregur lærlingar

19.05.2015 - 10:27
InnlendisSamfelag
Norska oljuvinnan dregur lærlingar
Um fá ár verður stórur tørvur á lærlingum og fólki við yrkisútbúgving ella tekniskari útbúgving, sigur Handverksmeistarafelagið

Tað er ymiskt, hvussu tað eydnast handverkarum at fáa lærlingar.

Dømi eru um, at timburmeistarar fáa sera fáar lærlingar, men fleiri vilja læra til eletrikara, sigur Føroya Handverksmeistarafelag.

Ein orsøk til gongdina, heldur felagið, er økta kappingin um arbeiðsmegina. Serliga er tað norska oljuvinnan, sum dregur nógvar lærlingar til sín.

Hetta er ein trupulleiki fyri føroyska vinnu, heldur Handverksmeistarafelagið. Tí um fá ár verður stórur tørvur á lærlingum og fólki við yrkisútbúgving ella tekniskari útbúgving. Í løtuni er ikki samsvar millum eftirspurningin av lærlingum, og talið av teimum, sum søkja um lærupláss, sigur felagið.

Hoyr samrøðu, sum Jákup Bogi Joensen gjørdi við Magnus Magnussen, formann í Føroya Handverksmeistarafelag, í utvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652