Vilja blíva føroyameistarar

29.05.2015 - 10:42
Lívsstílur
Vilja blíva føroyameistarar
Tey bæði Jan í Nesinum og Marita D. Magnussen hava góðar vónir um at vinna føroyameistaraheitið í styrki og fitness

Hetta vikuskiftið verður skipað fyri føroyameistaraskapi í styrki og fitness.


Kappingarnar fara fram fríggjakvøldið og leygarkvøldið í Hoyvíkshøllini.


Marita D. Magnussen er millum tær tríggjar kvinnurnar, ið skulu luttaka í kappingini Bikinifitness leygarkvøldið. Seinastu mánaðirnar hevur hon vant nógv, og harafturat hevur hon eisini etið eftir eini kostætlan.


- Seinastu tríggir mánaðirnir hava verið rættiliga strævnir, tí eg havi brúkt nógva tíð og orku upp á venjingina og havi livað eftir eini ávísari kostætlan. Tað ger tað eitt sindur trupult at fara út og vera sosial, sigur Marita D. Magnussen, sum tó trívist væl at íðka fitness á høgum stigi.


- Eg geri tað, tí mær dámar væl at royna míni mørk og vita, hvussu nógv trýst eg kann seta á meg sjálva, sigur Marita D. Magnussen, sum skal á pallin í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið.


Í kvøld klokkan 18.00 skal Føroya sterkasti maður finnast.


Ein av luttakarunum er Jan í Nesinum, sum er við í kappingini fyri fyrstu ferð.


- Skuldi tað vera, so skuldi tað vera nú. Eg gangi móti teimum 40, og tað nyttar ikki at luttaka í hesum kappingunum, tá tú ert komin nakað upp í árini, sigur Jan í Nesinum, sum eins og Marita eisini hevur vant nógv seinastu mánaðirnar. Annarleiðis hevur verið við kostinum.


- Mín kostætlan er tann, at eg skal eta alt og eta nógv. Tað ljóðar einfalt, men tað blívur mann eisini troyttur av, sigur Jan í Nesinum, sum hevur góðar vónir um kappingina í kvøld.


- Eg fari at gera mítt besta og royni sjálvandi at blíva nummar eitt. Eg veit, at Bjarni Hammer er stórur kappingarneyti og favorittur at vinna, men nú fáa vit at síggja, sigur Jan í Nesinum.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819