Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Kirkju
01-06-2015
Í dagsins sending vitja vit í Fugloy, har skúlin í oynni skjótt er søga, tá seinasti næmingurin verður liðugur

Elmar í Frammistovu, sum verður liðugur í 9. flokki og fer á tekniskan studentaskúla í Klaksvík eftir summarfrítíðina, hevur verið einsamallur næmingur á Kirkju flestu árini. Elmar sigur, at tað hevur verið ein stórur fyrimunur fyri seg, at lærarin hevur havt alla tíðina til sín.

Vandin er sjálvsagt, at hann kanska verður ov einsamallur. Men tá tørvur er á tí, tosar hann við aðrar næmingar á Skype. Elmar er eisini dagliga í kirkjuni á Kirkju og greiðir ferðafólkum frá søguni hjá kirkjuni, sum hevur forvitnisliga altartalvu eftir S.J. Mikines.

Jóannes Christiansen, sum stýrir elverkinum í oynni og eisini er avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni, greiðir frá ymiskum viðurskiftum á Kirkju. Hann sigur, at síðani Ritan kom at sigla, hevur oyggin fingið so gott sjóvegis samband sum hon kann hava.

Kortini hevði oyggin í februar í fjør einki ferðasamband við umheimin í heilar 22 dagar. Hetta er tað mesta, hann veit um at siga. Jóannes Christiansen er 67 ára gamal og minnist, at eini 100 fólk búðu á Kirkju. Nú eru tey úr átta upp í 12 og onkuntíð 14 um veturin. Talið kemur heilt niður í fýra fólk.

Amalia í Frammistovu, sum hevur "Ból og Bita" í gomlu lærarahúsunum sunnast í bygdini, skipar eisini fyri túrum fyri størri ferðaløgum við ferðaleiðara runt alla oynna. Amalia sigur, at nógv ferðafólk vitja bæði Fugloynna og Svínoynna sama dag.

Amalia er er ein ógviliga sentralur persónur á Kirkju og í Fugloy. Hon er m.a. eisini borgarstjóri fyri Fugloyar Kommunu, leiðari á tyrlupallinum á Kirkju og forkvinna í kirkjuráðnum. Skattaprosentið í Fugloyar Kommuna er 16, og tað er eitt tað lægsta í landinum.

Tað hevur borið í sær, at summir fugloyingar, ið búgva aðra staðni, eru framvegis borgarar í Fugloyar Kommunu. Amalia sigur, at tað er ógjørligt at hava starv aðra staðni og búgva í Fugloy. Tí er neyðugt, at hesir borgarar eisini hava bústað aðra staðni.

Ein ung kvinna, Svanhild Christiansen, hevur latið upp summarhandil í einum gomlum og hugnaligum handli í bygdini. Hon royndi tað fyrstu ferð í fjørsummar, og hevur opið aftur í summar.

Svanhild letur hampiliga væl at undirtøkuni. Umframt vanligar matvørur, selur Svanhild ymisk pløgg, sum hon og systirin hava bundið.

Hanus Egholm, sum er hálvur fugloyingur, setir gomlu húsini hjá ommuni og abbanum í stand. Hann leggur dent á, at fáa alt tað gamla fram aftur.

Klaksvíkingurin, Kristian Christiansen, sum er hálvur fugloyingur, hevur saman við øðrum roynt at nøra um haruna í oynni. Hann hevur fingið harur ymsa staðni frá úr landinum og slept tær upp í Fugloy. Hetta hevur givið úrslit, tí nú er nógv hara at síggja.

Búgvi Matras Kristiansen, sum hevur verið nógv á Kirkju í uppvøkstrinum, byggir sær og foreldrunum eini nýggj sethús á Kirkju. Ymisk fólk hava tikið eina hond í við honum, og beint nú er tað vinmaðurin Filip Smith Hammer úr Hovi, sum hjálpir honum.

Hesi seinastu árini hevur Búgvi verið á Kirkju umleið helvtina av árinum. Nú ætlar hann sær at flyta út á Kirkju at búgva. Hann er programmørur og kann eins væl arbeiða her, sum á meginøkinum.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Í dag er túrurin í býlinginum á Sevmýri, har nógvar søguligar uppgerðir hava verið í fótbólti, men her henda stórar broytingar júst nú. Og vit hitta fleiri fólk, ið búgva her
15-04-2024
Høvuðspersónurin á túrinum í dag er 91 ára gamli gjáarmaðurin Petur Jacob Sigvardsen, sum hevur givið fleiri og 20 bøkur út eftir at hann bleiv pensiónistur
25-03-2024
Tey hava sungið nærum kring alt landið, og tað er hugtakandi at hoyra og síggja kórið Sangfuglar við minnisveikum fólkum framføra kórsang. Kórið hevur verið til í seks ár
18-03-2024
Í ár varð serliga nógv gjørt burtur úr í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Tiltøk vóru alla vikuna og vit hoyra um nøkur á hesum túrinum.
11-03-2024
Fyrstu sethúsini í býlinginum á Breiðabliki í Havn vórðu reist fyri góðum 20 árum síðani. Og í dag vita tey, sum har búgva, at siga frá nógvum søgum
04-03-2024
Fyri 18. ferð hava torradagar verið í Klaksvík. Eitt tiltak, sum samlar nógv fólk í sambandi við fiskivinnu og mentan. Á hesum túri vitja vit fleiri av tiltøkunum
26-02-2024
Gamla Hospital í Havn, sum varð tikið í brúk í 1829, kemur nú til heiður og æru aftur. Í 43 ár hava Vanja Petersen og onnur arbeitt við at fáa tað til eitt savn ov fortíðina
19-02-2024
Næstseinasta vikuskifti var ein hópur av tannáringum á Mini Teen Street á Kambsdali. Í sendingini hitta vit fleiri, sum eisini plaga at vera á altjóða leguni í Týsklandi
12-02-2024
400 ára gamli studentagarðurin í Keypmannahavn, Regensen, er framvegis siðbundin studentagarður og har búgva í dag fimm føroyingar. Teir gomlu siðirnir eru framvegis á Garði
05-02-2024
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023