- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Besti venjarin gevst
08-06-2015
Avgerðin var løtt at taka, men verður torført at venja seg við eitt fyribils lív uttan fimleik, sigur Eyð Strøm, sum valdi at gevast aftaná HM
Eyð Strøm, sum um í vikuskiftinum setti føroyskt HM met saman við Team Havnar fimleikafelag gevst sum venjari.
Hon heldur at tíðin er komin at geva sær tíð til alt tað, sum hon ikki hevur havt stundir til í fleiri ár.
Team Havnar fimleikafelag fekk heili 31,55 stig samanlagt til HM og hetta er met fyri eitt føroyskt lið í HM.
Fimleikurin hevur tikið alla frítíðina, og nú gleðir hon seg at vera spontan og kanska royna okkurt annað í fimleikaheiminum.
Eyð Strøm følir seg sum ein heimsmeistara, og tí er tað rætt at gevast á toppinum heldur hon.
Hoyr samrøðuna við Eyð Strøm omanfyri.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024