Veljarin má hava álit á tær

bannari
18.06.2015 - 15:25
Veljarin má hava álit á tær
Rannvá Fossaberg hitti Sissal Kj. Kristiansen samskiftisfrøðing til eitt prát um, hvat ein politikari skal gera fyri at vera sæddur millum øll hini.
Sissal Kj. Kristiansen
Sissal Kj. Kristiansen

- At reka handil uttan at lýsa, er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri, sigur Sissal, tá hon verður spurd, um tað er neyðugt hjá politikarum at profilera seg.

- Tú mást markera teg har tínir veljarar eru - vel tann platform, sum tínir veljarar nýta, so tey síggja teg, heldur hon fram.

Sissal hevur nøkur góð ráð til politikarar, ið bjóða seg fram.

- Skulu veljarar leggja merki til tín, er tað er ein balansugongd, hvussu nógv tú skalt gera burturúr. Eru nógv onnur um boðið, mást tú gera meira burturúr, men eru fá, ið profilera seg, mást tú ikki gera ov nógv burturúr, tí so stendur tú og rópar einsamøll, og tað tíma fólk heldur ikki.

Veljarar kunnu bert halda seg til tað, sum politikarar siga, og hava ongan reklamatiónsrætt. Hetta merkir, at tað snýr seg um, at veljarin skal hava álit á tí sum politikarin sigur. So politikarin skal halda seg til síni aðalmál, og ikki royna at hava eina meining um alt. 

Tá tað kemur til hvørjar platformar ein politikari skal velja, sigur Sissal um valplakatina, at hon er ein góð áminning um andlitið hjá politikaranum. Einsøll selur 
hon ikki, men saman við øðrum platformum er hon góð.

Um sosialu miðlarnar sigur ho,n at føroyskir politikarar eru ikki so royndir politiskt har enn, og tey duga ikki altíð ikki nóg væl at hugsa seg um, áðrenn tey skriva. Tað er skjótt at tey kunnu siga okkurt, ið er óheppi, og kunnu á henda hátt vera drigin við inn í stór skeldarí á sosialu miðlunum, uttan at vilja tað.

Google ads er eitt nýtt mið hjá føroyingum, og tí fáa teir politikarar, ið nýta hesar, sera nógv fyri pengarnar, sjálvt um tað ikki hevur verið kostnaðarmikið.

Hoyrið alla samrøðuna her

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010