Góðan morgun Føroyar

New Horizons nærkast Pluto
22-06-2015
Um góðar tríggjar vikur fer rúmdarfarið, New Horizons, at flúgva fram við smágongustjørnuni, Pluto

- Eg eri ógvuliga spent at síggja myndir av Pluto, sigur Tina Ibsen, rúmdar-alisfrøðingur á Planetarium í Keypmannahavn.

Tað eru 11 ár síðani, at rúmdarfarið, New Horizons, setti kós móti Pluto, og 14. juli fer rúmdarfarið at flúgva fram við smágongustjørnini.

Ferðin hjá New Horizons til Pluto (Mynd: Johns Hopkins University)

Ísakøld verð

- Tað verður ein ísakøld og myrk verð, sum rúmdarfarið fer at taka myndir av. Í veruleikanum eru vit ikki 100% vís í, hvat vit fara at síggja harúti, sigur Tina.

New Horizons fer ikki í ringrás um Pluto, men flýgur við nógvari ferð (58.000 km/t) framvið og fær tí bert nakrar tímar at taka myndir og gera mátingar av smágongustjørnuni.

New Horizons fer at flúgva framvið Pluto við nógvari ferð og taka myndir og gera mátingar. (Mynd: Nasa.gov)

Eris er størri enn Pluto

Pluto er ein smáís-gongustjørna, er seks ferðir minni enn okkara máni og er gjørd av ísi og gróti. Pluto varð fyrstu ferð uppdagað í 1930, og í fleiri ár varð Pluto roknað sum níggjunda gongustjørnan í okkara sólarskipan. Men seinnu árini hevur man funnið fleiri líknandi smágongustjørnur, heilt har úti í Kuiperumráðnum. Eitt nú Eris, ið er ein smágongustjørna, ið er størri enn Pluto. Tí varð avgjørt í 2006, at Pluto ikki hevði uppiborið heiðurin at verða rópt gongustjørna, men varð lækkað í tign til eina smágongustjørnu - eisini rópt dvørgagongustjørna.

Fimm mánar í ringrás um Pluto

Runt um Pluto ferðast fimm mánar, Charon, Styx, Nix, Keberos og Hydra.

- Serliga er mánin, Charon, serligur, tí hann er næstan líka stórur sum Pluto. Tí ferðast hesi himmallikam um sama miðpunkt, og tað er sjáldsamt í okkara sólarskipan, sigur Tina.

Fimm mánar eru í ringrás um Pluto (Mynd: Nasa.gov)

- Hevur Pluto eitt lofthav? Eru sprongihol á smágongustjørnini? Og hvussu sær út heilt har úti í útjaðaranum á okkara sólarskipan? Hetta er nakrir av spurningunum vit vóna at kunna svara, sigur Tina Ibsen.

Soleiðis verður ímynda, at tað sær úti á Pluto (NASA/Southwest Research Institute/Alex Parker)

Fyrstuferð Pluto fær vitjan

Hetta er fyrstu ferð, at smágongustjørnan, Pluto, fær vitjan av einum manngjørdum fari, og tað verður 14 juli. Pluto er so langt frá jarðarflatuni, at tað tekur signalinum góðar fimm tímar at náa niður til jørðina.

New Horizons heldur fram at flúgva longur út í Kupierumráðið, har tað er fult av ísakøldum smágongustjørnum, og seinni verður avgjørt, hvørja av hesum rúmdarfarið skal fara at kanna nærri.

Lurta eftir samrøðuni við Tinu Ibsen, stjørnualisfrøðingur her.

Sí video niðanfyri um ferðina hjá New Horizons:

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024