Góðan morgun Føroyar

Aldubáran: 20 týdningarmikil ár
25-06-2015
Vit skulu steðga at viga tónleikagreinirnar, men heldur góðtaka at vit hava brúk fyri øllum í samfelagnum og ikki antin hesum ella hinum

Vit høvdu følt tað um vit ikki høvdu bólkar sum Aldubáran eru Andras Olsen og Ernst Dalsgarð samdir um.

Verturin spurdi nakað provokerandi hví vit skulu hava klassiskan tónleik í okkara samfelag, tá penginurin ongantíð strekkir til tað sum man ynskir sær. 
Svarið var einfalt, "hví ikki". Ja hví ikki? 

Svarið er ikki so einfalt, men eitt er so greitt. Aldubáran hevur verið ein virkin klassiskur tónleikabólkur í hesi 20 árini, sum nú eru farin afturum. 

Aldubáran hevur slóðað fyri at enn fleiri føroysk verk eru skrivað og spæld á føroyskum. 

Í tíðindaskrivinum stendur skrivað : ,, Aldubáran skal vera nýskapandi, eggja til samstarv við fólk, ið royna nýggjar og spennandi leiðir. Hon er ikki eitt fyribrigdi, hvørki institutionelt ella tjóðskaparligt, ið skal pussa nakra gloriu, ella virka fyri nøkrum sum helst øðrum, enn at framføra tónleik á hægsta stigi. Hennara virki kann hava alt annað við sær, og virka sum fyrimynd, karmur at virka innanfyri ígongdsetarí, men málið er altíð at vera nýskapandi, opin fyri øllum, børnum sum vaksnum, høgum sum lágum, fyri tær og fyri mær.  Gev fólki kvalitet. Tað er einasti máti, at fáa tey at virða kvalitet".

Og afturat hesum orðunum siga Andras Olsen og Ernst Dalsgarð at er umráðandi at vit sleppa okkum av við gomlu hugsanina at vit skulu antin hava hetta ella hitt. Hví kunnu vit ikki hava alt ? Tí til felags er hetta tónleikur, sum eitt er poppur og eitt annað er klassiskur tónleikur. 
Um vit skulu hava eitt ríkt tónleika- og mentanarumhvørvi hava vit tørv á øllum genrum, og ikki er neyðugt at seta tær upp í móti hvør aðrari.


Morgunsendingin hevði vitjan av føðingardagsgestunum, Andrasi Olsen, formanni í Aldubáruni og Ernst Dalsgarð, sum var við til at stovna tónleikabólkin og sum eisini skal syngja opera til hátíðarhaldið leygarkvøldið.

Hoyr samrøðuna omanfyri

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024