Eg eri til reiðar at fara frá

bannari
25.06.2015 - 12:58
InnlendisPolitikkur
Eg eri til reiðar at fara frá
Tingmanningin og landsstýrismanningin hjá Sambandsflokkinum hava havt fund fyrrapartin

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, er til reiðar at leggja frá sær.

Tað sigur hann eftir fundin fyrrapartin við tingmanning og landsstýrismanning floksins.

Kaj Leo Holm Johannesen heldur seg tó framvegis hava fult álit í flokkinum, men í summar skal baklandið í Sambandsflokkinum siga sína hugsan, um niðurstøðan hjá kanningarstjóranum í málinum um Skálafjarðartunnilin skal fáa avleiðingar fyri løgmann.

Hoyr samrøðu, sum Jákup Bogi Joensen gjørdi við Kaj Leo Holm Johannesen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819