Miðflokkurin vil nú endurstovna uttanríkisráðið

27.06.2015 - 16:20
AktueltPolitikkur
Miðflokkurin vil nú endurstovna uttanríkisráðið
Miðflokkurin vil, at Føroyar fáa eitt uttanríkisráð eftir komandi løgtingsval

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, heldur, at Føroyar hava ført virknan uttanríkispolitikk í hesum valskeiðnum. Føroyar hava verið í drúgvum samráðingum um makrel og norðhavssild, sendistova er latin upp í Russlandi, kjak um flóttafólk hevur tikið seg upp, og føroysk lesandi og føroyskar fyritøkur fara í størri mun í onnur lond at royna seg.
Tað er neyðugt við einum aðalráði, sum røkir sambandið við umheimin, heldur hann.
Løgmaður hevur í høvuðsheitum ábyrgdina av uttanríkismálum nú. Tað skal broytast, heldur Miðflokkurin.
Miðflokkurin hevur í hesum samgonguskeiðnum ikki fingið undirtøku fyri at stovna eitt uttanríkisráð.
Uttanríkisráðið varð stovnað sum aðalráð undir CHE-samgonguni í 2008. Høgni Hoydal var tá landsstýrismaður. Í september 2008, tá Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin skipaðu samgongu, varð Jørgen Niclasen landsstýrismaður í uttanríkismálum. Formaðurin í Fólkaflokkinum fór úr landsstýrinum í januar 2011, tá Jacob Vestergaard fekk ábyrgdina av ráðnum.
Í apríl 2011 fór Fólkaflokkurin úr samgongu, og tá varð landsstýrið umskipað soleiðis, at løgmaður fekk ábyrgdina av uttanríkismálum.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. september
Morgunlestur fríggjadagur 24. september 2021
128854
Hósdag 23. september
RagnarRokk 23.September 2021
128727
Hósdag 23. september
RagnarRokk: Dennis DeYoung um 26.East Vol.2
128720
Hósdag 23. september
LEITISSTEIN 21.09.2021
128957
Hósdag 23. september
Góðan morgun Føroyar 23.09.2021
128941
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. september
3-2
128833
Mánadag 20. september
VIDEO: Rundtúrur umborð á Jákupi Sverra
128807
Sunnudag 19. september
Guðstænasta úr Gøtu kirkju.
128771
Sunnudag 19. september
Andakt við Jógvan Zachariassen
128767
Fríggjadag 17. september
RagnarRokk Reyp 23.september 2021
128699