Pia Kjærsgaard forkvinna í Fólkatinginum

bannari
03.07.2015 - 14:02
AktueltPolitikkur
Pia Kjærsgaard forkvinna í Fólkatinginum
Nýggja forkvinnan telist millum mest umstríddu politikarar í donskum politikki seinastu árini
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Tak niður

Hon stovnaði, saman við øðrum, Dansk Folkeparti. Undan tí var hon partur av Fremskridtpartiet hjá Mogen Glistrup. Danska Folkeparti hevur serliga gjørt vart við seg innanfyri spurningin um útlendingar og flóttarfólk.
Táverandi danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, segði í 1999 soleiðis í fólkatinginum um Dansk Folkeparti, tá fólkatingið varð sett.
Men í dag setti Pia Kjærsgaard seg í formanssessin í danska Fólkatinginum. At verða formaður í fólkatinginum verður mett at vera tingarligasti almenni sessurin í Danmark, ið tú kann vera vald í.

 
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. oktober
Hetjur í hæddunum
Mánadag 16. oktober
3-2
Sunnudag 15. oktober
Andaktin
Sunnudag 15. oktober
Møti úr Frelsunarherinum
Hósdag 12. oktober
Kendir føroyingar: Kjølbro