Kommunur viðgera umsóknir

02.08.2015 - 18:02
InnlendisPolitikkur
Kommunur viðgera umsóknir
Tað ber til hjá útisetum, at skráseta seg hjá føroyskum kommunum, at sleppa á løgtingsvallistan

Føroyingar, ið eru undir útbúgving uttan fyri Føroyar, og ætla sær at at greiða atkvøðu á løgtingsvalinum 1. september, skulu í seinasta lagi 11. august hava skrásettt seg og søkt um upptøku á vallistan.

Tann lesandi kann lata umsóknarblað inn til ta kommuna, har hon ella hann seinast var skrásett ella skrásettur, og umsóknin kann eisini sendast talgilt til kommununa.

Men fleiri lesandi hava ivast í, hvørt umsókn teirra var viðgjørd áðrenn freistin at skráseta seg er farin tann 11. august. 

Kommunurnar viðgerða umsóknir, sum verða sendar við telduposti

Kringvarpið hevur í dag kannað, hvørt umsóknirnar verða viðgjørdar, hóast kommunuskrivstovurnar eru stongdar. Kringvarpið hevur verið í samband við nærum allar kommunur, og tær boða allar frá, at teldupostar verða lisnir hóast skrivstovan er í summarferiu, og umsóknir frá lesandi um at skáseta seg á vallistan verða viðgjørdar.

Fleiri kommunur hava skriv á heimasíðu teirra, sum lýsur, hvussu til ber at skráseta seg, og á fleiri heimasíðum stendur, hvar tú kannst ringja, um átroðkandi boð eru.

Og í nøkrum kommunum er skrivstovan opin, millum annað í Tórshavnar, Klaksvíkar, Sunda kommunu. 

Talgilt umsóknarblað

Umsóknarbløð eru at finna á heimasíðuni hjá nøkrum kommunum ella á heimasíðuni hjá MFS. Umsóknin kunnu latast kommunum talgilt, og tær verða viðgjørdar, boða kommunurnar frá.

Saman við umsóknini skal tann lesandi eisini hava váttan frá lestrarstaði.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010