Tilmæli um meirkostnað til dýran heilivág

12.08.2015 - 13:22
InnlendisHeilsa
Tilmæli um meirkostnað til dýran heilivág
Heilivágsráðið á Landssjúkrahúsinum fer í næstum at senda tilmælið til Heilsumálaráðið um meirkostnaðin til heilivágin Orkambi

Um tað verður avgjørt, at heilivágurin, Orkambi, sum er til sjúklingar, sum hava systiska fibrosu, skal brúkast í heilsuverkinum í Føroyum, skal fígging finnast.

Tað er ein konta, sum er til serliga dýran heilivág. Har stóðu við ársbyrjan 2015 umleið 50 milliónir krónur. og tá eru tær 18 milliónirnar, sum skulu nýtast til Orkambi, ikki við.

Tað eru níggju sjúklingar í Føroyum, sum hava tørv á hesum heilivági, og hetta gevur ein meirkostnað uppá 18 mill. kr. Tó, tá heilivágurin ikki verður brúktur í Føroyum fyrr enn miðskeiðis 2016, er tørvurin fyri 2016 níggju milliónir krónur

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819