Línuskipini hava ikki fyrireika seg til 2018

bannari
28.08.2015 - 10:38
InnlendisPolitikkur
Línuskipini hava ikki fyrireika seg til 2018
Tað sigur Kristian Martin Petersen, skrivari í felagnum Línuskipum, sum roknar við, at ongin kollveltandi fiskivinnunýskipan verður samtykt til 2018

- Ongin av okkum væntar nakra broyting í 2018, sigur Kristian Martin Petersen. Sjálvt um tað hevur verið sagt í fleiri ár, at ein nýggj fiskivinnunýskipan skal verða samtýkt í seinasta lagi í 2018, hevur vinnan ikki fyrireika seg til, at nøkur kollveltandi broyting verður samtykt. 

- Vit rokna heilt einfalt við, at núverandi skipan fer at halda fram, í hvussu so er í nøkur ár afturat eftir 2018, sigur Kristian Martin.

Greinin heldur fram undir myndini

Kristian Martin Petersen, skrivari í felaginum línuskip

Botnfisk fyri pelagiskan fisk

Línuskipini hava í seinastuni havt frægari fiskiskap undir Føroyum, men tað, sum hevur bjargað teimum árið, er íslandskvotan og royndarveiða við línu í Grønlandi.

- Við eitt sindur av politiskum vilja ber til at fáa størri botnfiskakvotur í Íslandi, Grønlandi og kanska í Barentshavinum, um mann vil býta botnfisk um við pelagiskan fisk, sigur Kristian Martin.  

- Tað skal ikki nógv til, eini 2-3000 tons av botnfiski, býtast um við pelagiskan fisk, og tað hevði hjálp línuflotanum munandi. sigur Kristian Martin.

Taka óbrúkt loyvir inn aftur

Einir 14 línubátar eru í vinnu í løtuni, men fleiri liggja við kai, tí tað hevur ikki loyst seg ikki at fiska við línu undir Føroyum. Men enn hava hesir fiskiloyvið, tí heldur Kristian Martin, at óbrúkt loyvir skulu takast inn aftur. Tí um fiskurin tekur seg upp aftur, so fara fleiri skip at loysa aftur, og tá er vandi fyri, at alt verður uppfiskað. 

- Óbrúkt fiskiloyvir skulu takast innaftur, so vit, sum eru í vinnuni, hava ein kjans at yvirliva og endurnýggja okkum, sigur Kristian Martin.

Línuflotin hevur týdning

Tá ið tað ikki loysir seg at fiska við línu undir Føroyum, skal mann so ikki bara gevast?

- Um mann ætlar at fáa fulla úrtøku av fiskatilfeinginum undir Føroyum, so mugu vit fiska við línu. Tí tú tekur ikki alt við troli, við gørnum ella við línu, tú mást gangnýta allar tríggjar veiðuhættirnar. So línuflotin hevur stóran tydning fyri føroysku fiskivinnuna, sigur Kristian Martin Petersen, skrivari í felagnum Línuskipum. 

Lurta eftir samrøðuni við Petur Martin her.

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010