Vónar at samgonguskjalið verður klárt í vikuni

bannari
07.09.2015 - 14:50
InnlendisPolitikkur
Vónar at samgonguskjalið verður klárt í vikuni
Aksel V. Johannesen hevur vónir um, at teir fýra flokkarnir, sum samráðast um nýggja landsstýrissamgongu, verða samdir í hesari vikuni

Fyrrapartin fingu flokkarnir eina frágreiðing frá Fíggjarmálaráðnum. Uppskot til nýggja fíggjarlóg skal verða lagt fyri tingið fyri 1. oktober.

Men av tí at tíðin er so knøpp, verða tølini í uppskotinum helst bara framskrivað, sigur Aksel V. Johannesen. Nágreiniliga viðgerðin byrjar ikki, fyrr enn fíggjarlógaruppskotið kemur til aðru viðgerð.

Samgongutingingarnar Á Gamla apoteki vórðu tiknar uppaftur fyri einum tíma síðani. Útvarpið hitti tá samráðingarleiðaran, Aksel V. Johannesen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652