- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil ikki hava Norðuratlantsbólkin aftur
22.09.2015 - 10:08
Innlendis›Politikkur
Vil ikki hava Norðuratlantsbólkin aftur
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, ger viðmerkingar til Alequ Hammond, sum dyrgir eftir samstarvi millum grønlendsku og føroysku fólkatingsumboðini
- Eg vil fegin samstarva við hini norðuratlantisku umboðini á fólkatingi um mál, sum vit eru samd um, uttan at fara upp í eitt formligt samstarv, sum líkist Norðuratlansbólkinum.
Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin, nú Aleqa Hammond, fólkatingskvinna fyri Siumut, roynir nú at fáa grønlendsku og føroysku fólkatingslimirnar at arbeiða saman í fólkatinginum, so londini í Útnorðri draga eina línu í málum, sum hava týdning fyri tey.
Aleqa Hammond leggur dent á, at ætlan hennara er ikki at stovna ein bólk, men heldur fáa í lag samskifti og sterkt samstarv millum fýra sjálvstøðugar fólkatingslimir. Og tað tekur Sjúrður Skaale undir við.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV