- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Hesa vikuna hevur nógv verið at hoyrt um happing, hvussu tað ávirkar børn, og hvat verður gjørt fyri at steðga happing í Føroyum.
Men tað ber til at fyribyrgja happing, longu tá børnini eru heilt smá.
Danska Signe Marie Bøgeskov er verkætlanarleiðari fyri "Fri for mobberi", sum Red Barnet skipar fyri.
Sambært henni kunnu námsfrøðingar og onnur, sum arbeiða við børnum, vera við til at fyribyrgja happing longu tá børnini eru rættiliga smá.
- Eitt, sum hevur eina ávirkan, er, at børnini síggja myndatalvur við ymiskum støðum, har tað verður happað. Síðani verður tosað um tað, sum fer fram á myndini, og hvat børnini skulu gera í eini slíkari støðu, sigur Signe Marie Bøgeskov.
Umframt at práta um happing eru eisini aðrir mátar at fyribyrgja happing. Eitt nú kann massasja spæla ein stóran leiklut.
- Tað vísir seg, at tann, tú nertur við, happar tú ikki, og tí er ein máti at fyribyrgja happing at brúka eina sokallaða massasjuætlan, sigur Signe Marie Bøgeskov.
Í dag er ráðleggingardagur á Dagstovninum á Velbaðstað, har námsfrøðingar frá tilsamans fimm dagsstovnum í Tórshavnar kommunu fáa ráð um, hvussu happing kann fyribyrgjast. Tað er í hesum sambandi, at Signe Marie Bøgeskov er komin til Føroya at halda skeið.