Meg minnist

Meg minnist: Sámal Clementsen (4:4)
11-10-2015
Jógvan Arge hittir Sámal Clementsen úr Havn. 4. sending

Sámal fletti í Smæruni, seinni hjá Otto Reinert, men eisini fyri einstaklingar. Stóra flettingin helt uppat, tá ridluskriðin kom.

Bát hevði Sámal longu sum 15 ára gamal. Hann lá á Eystaruvág, har bátarnir máttu dragast, bara hann øtlaði veðrið.

Uppi undir handlinum hjá Jákupi á Lag stóðu kendir útróðrarmenn, sum vóru meinkunnigir í fjørðinum.

Teir høvdu Sámal á hornunum, tá hann eina tíð fór við báti til Runavíkar at fríggja. Hetta vóru stundum vandaferðir, men endin varð, at hann 20 ára gamal giftist javngomlu Jastrud Vang úr Froðba.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023