Góðan morgun Føroyar

Skipssamrøðurnar farnar í søguna
30-09-2015
Frá nýggjárinum ber ikki til longur at ringja til skipini um Tórshavnradio. Tænastan verður niðurløgd, sigur Edvard Bjarnasson, leiðari

Øll, sum eru komin upp í miðal aldur, munnu minnast, at í øðrum hvørjum føroyskum heimi stóð útvarpstólið á fiskabylgjuni, kanska serliga har sjómaður var í heiminum. Dúgliga varð lurtað, og væl varð fylgt við. Serliga spennandi var, tá ið langfaratrolarnir vóru á heimleið.

Á Tórshavnradio var nógv at gera. Tveir vaktarmenn avgreiddu samtalur, og ofta var long bíðirøð fyri at sleppa ígjøgnum. Men so smátt byrjaði tørvurin at minka. Drúgvastir at biðja um hesa tænastu vóru russisku skipini, men tey eru eisini givin nú. Hetta er ein farin tíð.

Nýggj tøknilig menning hevur gjørt at nærum eingin tørvur er á hesi tænastu longur. Í fjør avgreiddi Tórshavnradio 5 samtalur, og higartil í ár eru 6 samtalur avgreiddar frá 2 skipum. Við øðrum orðum kann sigast, at nú verður tænastan tillaga eftir tørvinum.
Neyð- og trygdartænastan, sum altíð hevur verið høvuðsendamálið við Tórshavnradio, kemur sjálvandi at halda fram.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024