Góðan morgun Føroyar

Ítróttarfólk fara í kirkju
30-09-2015
- Bæði ítróttur og kirkjan eru stórir partar av okkara mentan, so hví ikki samantvinna hetta í eini ítróttargudstænastu, sigur Bergur D. Joensen

Ítróttur og kirkja kann saktans samantvinnast.


Tað heldur Bergur D. Joensen, prestur, og tí skipar hann fyri einí heilt serstakari gudstænastu í Argja kirkju í kvøld.


Talan er um eina sonevnda ítróttargudstænastu.


- Tað eru nógv fólk, ið fáast við ítrótt, og ítróttur er ein stórur partur av okkara mentan. Kirkjan hevur eisini við mentan at gera, og tí haldi eg, at ítróttur og kirkja saktans kunnu samantvinnast, sigur Bergur D. Joensen.


Sambært prestinum verður ítróttargudstænastan sum flestu aðrar gudstænastur, men dentur verður lagdur á, at ítróttarfólkini skulu merkja, at tey fáa eitt gott orð á vegnum - ítróttarvegnum.

 

Tónleikur fer at fylla ein stóran part av gudstænastuni, og í tí sambandi fer bólkurin Tollarar & Syndarar at syngja og spæla.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024