Góðan morgun Føroyar

Næstu kapping verður luttikið í bólki 95 til 99 ár
05-10-2015
Tað er ein ótrúlig kensla við tveimum heiðurmerkjum um hálsin, sigur 93 ára gamli svimjarin, argjamaðurin Sverri Mortensen

Mána- týs- miku- hós- og fríggjamorgun, svimur 93 ára argjamaðurin, Sverri Mortensen og hann ivast onga løtu, at tað er svimjingin, sum heldur hann ungan.
Sverri hevur svomið í svimjihøllini í Gundadali, so at siga hvønn morgun, síðan høllin lat upp 18 desember 1982.

Dánjal Norðberg, skraddarin, sum var á sama liði sum Sverri, er 90 ár, og hevur svomið í Havn seinastu 15 árini.
Triði maðurin á liðnum var unglingin Arnold Eyvindsson, sum er borin í heim 1947.

Hátíðarhald var hildið fyri teimum í svimjihøllini í morgun.

Norðurlendsk opin svimjikapping

Svimjisamband Føroya skipaði um vikuskiftið fyri Nordic Open Masters Championships 2015, í Svimjihøllini í Gundadali. Tilsamans 318 svimjarar úr 8 londum kappaðust í 14 aldursbólkum, har yngsti svimjari er 25 ár, og elsti 93. 

Talan er um Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Masters, sum samstundis er skipað sum opin kapping, ið merkir at eisini onnur enn norðurlendingar kunnu luttaka.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024