Arbeiðsvanlukka kravdi lív: Sektaruppskotið fyrnað

13.10.2015 - 12:20
InnlendisSamfelag
Arbeiðsvanlukka kravdi lív: Sektaruppskotið fyrnað
Byggifelagið Húsavarðartænastan fær onga bót fyri arbeiðsvanlukkuna á Argjum fyri góðum tveimum árum síðani

Av misgávum avgreiddi politiið ikki málið. Og nú er ov seint. Málið er fyrnað. Arbeiðseftirlitið mælti til at geva 20.000 kr. í bót.

Linda Hesselberg á Fútaskrivstovuni váttar, at tey fingu málið frá Arbeiðseftirlitinum í juni í fjør.

Tað var 13.september í 2013, at ein 26 ára gamal maður doyði av arbeiðsvanlukku við fótbóltsvøllin á Argjum, tá eitt betongelement datt á hann.

Arbeiðseftirlitið mælti til at geva arbeiðsgevaranum, smápartafelagnum Húsavarðartænastuni, 20.000 kr. í bót fyri at bróta lógina um arbeiðsumhvørvi.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652