Góðan morgun Føroyar

Tíggjundi hvør gevur jólagávu til Rumenia
16-10-2015
Gávan sum tu gevur, hon fer til ein sum lítið hevur. Tað er í stuttum endamálið við Christmas Child, sum føroyingar stuðla sera væl

Vit hava valt at føroysku gávurnar fara til Rumenia, men tað eru nógv fleiri lond aftur Rumenia, sum hava brúki fyri hjálp. Sannleikin er at tað eru fleiri lond, sum hava taka í móti enn tey sum geva jólagávur. 

 

Miriam Rasmussen, er ein av føroysku samskiparunum. Hon hevur sjálv búð í Rumenia í eitt ár, og í farnu jól var hon í Romenska býnum, sum føroysku gávurnar koma. 

Børnin vórðu sera glað, og tað hevur sera stóran týdning at føroyingar taka so væl undir Christmas child. Soleiðis sigur Miriam Rasmussen, sum hevur upplivað støðuna í Romenia.

 

Ein skógvaeskja

Tú pakkar gávupappír um eina skógvaeskju, fyllir hana við gávum og avleverar hana til eitt av móttøkustøðunum saman við 30 krónum í einum brævbjálva. 


Tað er í stuttum soleiðis tað fer fram, og í faldaranum hjá Christmas child ber til at síggja hvat er hent at koyra í gávuna og hvussu ein annars ber seg at. 

 

Her er yvirlit yvir móttøkustøð: http://www.christmaschild.fo/her-kunnu-eskjurnar-latast-inn.html

 

Meira kunning um Christmas Childhttp://www.christmaschild.fo/index.html

 


Hoyr samrøðuna við  Miriam Rasmussen omanfyri, sum eisini hevði eina gávu við til vertirnar í morgun. 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024