Góðan morgun Føroyar

Silberger og Guadagnini í Norðurlandahúsinum
22-10-2015
26 ára gamli violinsnillingurin, Eric Silberger, hevur eina sera sjaldsama violin, eina J. B. Guadagnini frá 1757, til konsertina leygarkvøldið

Leygarkvøldið hevur Føroya Symfoniorkestur konsert í Norðurlandahúsinum.

Fyrsti parturin av konsertini er violinkonsertina hjá Tchaikovsky, sum fyrireikararnir meta telist millum størstu tónleikaperlur í heiminum. Við sær hevur Føroya Symfoniorkestur fingið heimskenda violinúrmælingin Eric Silberger. Seinni partur av konsertini er onnur symfoni hjá Sibelius.

Soleiðis skrivar nevndin í Føroya Symfoniorkestri um Eric Silberger:
Eric Silberger hevur millum annað vunnið altjóða Tchaikovsky kappingina og altjóða violinkappingina hjá Michael Hill. Frá the Guardian, The Washington Post og øðrum viðurkendum bløðum, hevur hann fingið allarbestu ummælir fyri sítt musikalska, tekniska, karismatiska og virtuosa spæl.

Eric Silberger er sjálvur fjórða ættarlið tónleikari og byrjaði at spæla violin sum 5 ára gamal. Síðani 2005 hevur hann lisið tónleik við kenda Juilliard School hjá Glenn Dicterrow, sum er konsertmeistari við New York Philharmonic. Her frá Juilliad School hevur hann lokið Master prógv í fiólleiki. Eisini er hann lærdur innan list og stjórnmálafrøði frá Columbia University. Millum hansara lærarar eru navnframir fiólúrmælingar sum Itzak Peerlman, Pincas Zukerman, Robert Mann og Dorothy Delay.

Eric Silberger, Bernharður Wilkinson og Poul Jákup Thomsen, vitja í útvarpsstovuni

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024