Kommunan fer kanska at selja bygningin í miðbýnum

27.10.2015 - 13:30
InnlendisPolitikkur
Kommunan fer kanska at selja bygningin í miðbýnum
Tórshavnar kommnuna er sinnað at selja bankabygningin í Steinatúni til rætta keyparan, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

Ætlanin var upprunaliga at hava umsiting í bygninginum, men Heðin Mortensen sigur, at starvsfólkatalið í kommununi er vaksið so nógv, at pláss er ikki fyri øllum í bygninginum.

Kommunan keypti í 2011 tríggjar bygningar í miðbýnum frá Bank Nordic fyri 52 milliónir krónur. Kommunan hevur síðani nýtt góðar 5 milliónir krónur til at umvæla bankabygningin.

Borgarstjórin vil í løtuni ikki siga, um reellar samráðingar eru við keyparar um bankabygningin.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652