Góðan morgun Føroyar

"Nýtt flog" - bók, sprottin úr Morgunsendingini
17-11-2015
60 av 153 søgum í táttinum "650 orð," sum Morgunsendingin hevði í fjørð, verða nú givnar út í bók, sum Sprotin gevur út

"...viðmerk 650 orð í evnisteiginum." Soleiðis endaði avbjóðingin hjá Góðan morgun Føroyar tíðliga á heysti 2014. 13 vikur seinni høvdu 82 fólk sent 153 søgur inn. 60 av hesum stuttorðaðu ferðum inn í nýggjar heimar, lagnukvidnar tilburðir og óvæntaðar snaringar verða nú givnar út í bókini "Nýtt flog," sum Rakel Helmsdal hevur ritstjórnað.

Hugskotið var, at fólk fingu eina bundna uppgávu at skriva útfrá, eitt nú einum stuttum teksti, einum tónleikabroti, ella eini mynd. Avbjóðingin var so at skriva eina stuttsøgu sum ikki fór uppum 650 orð.

Hoyr samrøðuna við Poul Guttesen frá Sprotanum og Riu Tórgarð, sjónleikara og nú rithøvund, greiða frá um bókina "Nýtt flog"

Bókin verður framløgd í Reinsarínum hóskvøldið í tiltakinum Orð og tónar, sum byrjar klokkan 20

Les meira um tiltakið her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024