- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Stjórin í studionum
18-11-2015
Jónas Bloch Danielsen eigur Studio Bloch á Skálatrøð í Havn. Har koma tónleikarar úr øllum Føroyum at taka upp - eisini tónleikarar uttan úr heimi
Eivør, Teitur, Benjamin og ein rúgva av øðrum føroyskum tónleikarum brúka Studio Bloch hjá Jónas Bloch Danielsen. Men eisini tónleikarar úr Noreg, Svøríki, Íslandi og Danmark koma hagar at taka upp tónleik. Eitt nú hava íslendsku Mezzeforte verið har, og tá danski Lukas Graham var í Føroyum herfyri, legði hann eisini leiðina framvið í Studio Bloch.
- Hann kemur aftur her at gera næstu fløguna hjá sær, segði Jónas Bloch Danielsen millum annað, tá morgunsendingin var á gátt hjá honum í morgun.
- Tað tekur tíð at uppbyggja eitt studio sum hetta, at skapa sær ein nóg stóran kundaskara og fáa eitt gott umdømi, men nú er líkt til, at tað er við at eydnast hjá okkum, sigur hann.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024