Dansival

Mass Hoydal er gestur í Dansivali
27-11-2015
Nú eru flestu kvæðini í kringvarpssavninum talgildað.Í næstum verður farið at skráseta tey, rætta og fáa vatandi upplýsingar til vega

Fleiri gamlar upptøkur eru komnar undan kavi, nú kvæðaupptøkurnar eru talgildar. Vit hoyra tvær upptøkur frá eini svøríkisferð í 1951. Kollfirðingurin Kristian Djurhuus skipar brot úr brúðarvísuni og Hákun Dam, sum var lærari á Sandi, skipar brot úr Brynhildartátti. Petur Reinert, sum var lækni og politikkari, skipar brot úr Jákupi á Møn. Annfinnur Poulsen, handilsmaður í Nólsoy, skipar brot úr Kongens søn af Engeland. Allar hesar upptøkurnar eru bara nakrar minuttir. Harafturat hoyra vit Dansifelagið í Havn kvøða Ísmals tátt, Hanus Jensen skipar. John Lisberg skipar 1. tátt í Tíðriks kappum, sumbingar kvøða. Millum mongu upptøkurnar á Velbastað hoyra vit hesuferð tvær - Dánjal Paula Danielsen skipar Tostan Jall og Niels Mikkelsen skipar Spanienland og Myklegård. Her á heimasíðuni eru upptøkurnar í fullari longd. Vit práta við Mass Hoydal, sum skipar fyri verkætlanini at talgilda kringvarpssavnið.

Dansival

Kvæðasending í útvarpinum.
Levi Heinesen hevur stovnað eitt dansifelag fyri ung á Viðareiði.
29-02-2024
Vertur er Jóhann Mortensen
12-02-2024
Gunnar er formaður í Sláið Ring og greiðir frá fyrstu tíðini, hann dansaði sum barn, og dansivetrinum, sum er um at vera av. Hann sigur okkum eisini frá tiltøkum eftir føstuna
07-02-2024
Vertur er Elin Maria Olsen
31-01-2024
Leygarkvøldið 27. januar skriva vit søgu í Føroyskum dansi, tí tá verða nevniliga allir tríggir tættirnir í Sjúrðarkvæði havdir á gólvi í Sjónleikarhúsinum.
24-01-2024
Karin er uppvaksin á Eiði í einum heimi, har tað altíð hevur verið kvøðið. Tá Dansifelagið á Látrinum varð stovnað, fór hon at dansa við teimum.
10-01-2024
Ólavur fekk áhugan fyri kvæðum í fólkaskúlanum, og tá hann hoyrdi tey í nýggjum hami, m.a. við Harkaliðnum og Týr.
03-01-2024
Joen Petur hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi, og er av álvara byrjaður at kvøða við Fótatraðk í Danmark, har hann eisini hevur verið formaður.
28-12-2023
Vertur er Elin Maria Olsen
15-12-2023
Marjun byrjaði at dansa føroyskan dans í Fótatraðk í Keypmannahavn, og var við til at stovna Tøkum Lætt, sum í dag er størsta dansifelagið í Føroyum.
13-12-2023
Fríðbjørg byrjaði at kvøða við dansifelagnum Grani á læraraskúlanum, og hevur fingið heiðursløn fyri sítt arbeiði í barnadansinum.
11-12-2023
Johann Mortensen leggur til rættis
26-12-2023