Sev væntar betri stev

28.11.2015 - 15:18
InnlendisPolitikkur
Sev væntar betri stev
Sev væntar betri samstarv við nýggja landsstýrið enn við undanfarna

Sev væntar sær betri stev í dansinum við nýggja landsstýrið, enn Sev hevði við undanfarna landsstýrið. Tað skrivar nevndin í frágreiðing sínari, sum var almannakunngjørd í gjár.
"Nevndin fegnast um eitt gott og tætt samstarv við landspolitisku skipanina, nú nýggja samgongan er farin til verka. Tikið verður undir við orkupolitikki landsins, sum er lagdur fyri dagin í samgongu-skjalinum," skrivar nevndin.
Tað er eingin loyna, at leiðslan í Sev og serliga Johan Dahl sótu illa um sátt seinastu tíðina. Og fleiri orsøkir vóru til tess.
Johan Dahl sýtti m.a. fyri at leingja 50 ára gamla loyvi hjá Sev at brúka vatnið í áunum til orkuframleiðslu. Loyvið, sum er formliga grundarlagið undir allari vatnorkuframleiðsluni hjá Sev, er síðani bert longt fyribils í styttri tíðarskeið í senn og seinasta fyribils loyvi gongur út í í februar komandi ár.
Landsstýrismaðurin vildi eisini hava størri vald á Sev. Ósemjan millum interkommunala felagsskapin og landsstýrismannin kom serliga væl til sjóndar í einum sjónvarpskjakið í oktober 2013.
Sambært Jákup Suna Lauritsen hevur bert ein fundur verið millum nevndina og nýggju landsstýriskvinnuna við politisku ábyrgdini av orkuøkinum, Sirið Stenberg. Fundurin var góður, men tað er eisini tað. Nýggja bjartskygni hjá nevndini í Sev kemur av samgonguskjalinum, sigur nevndarformaðurin.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887