Dansival

Hanus Kamban er gestur í Dansivali
18-12-2015
Tveir tættir eru 100 ár í ár, Falkaríman og Sambandsfall. Teir vórðu yrktir í sambandi við eitt fólkatingsval hetta árið

Tættirnir eru væl yrktir og eru ofta havdir á gólvi.


Falkaríman er um eina hending, tá donsku embætismenninir sendi Islands Falk til Bergen eftir Andrassi Samuelsen. Teir vildu hava hann til Føroya at verja borg móti unga sjálvstýrismanninum, Edvardi Mortensen, sum kortini vann valið. Sambandsfall speirekur nakrar av fremstu sambandsmonnunum á skemtiligan hátt.


Nólsoyingar kvøða Falkarímuna við einum serligum lagi og Dansifelag Kaggans og Tøkum Lætt kvøða hana við lagnum til Gentukæti.

Vit hoyra á eini gamlari upptøku velbastaðmenn kvøða Sambandsfall, og á eini nýggjari upptøku kvøða Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans táttin.

Vit hava fingið Hanus Kamban at siga sína hugsan um tættirnar og greiða frá hesum tíðarskeiðinum í føroyskum politikki.

Dansival

Kvæðasending í útvarpinum.
Levi Heinesen hevur stovnað eitt dansifelag fyri ung á Viðareiði.
29-02-2024
Vertur er Jóhann Mortensen
12-02-2024
Gunnar er formaður í Sláið Ring og greiðir frá fyrstu tíðini, hann dansaði sum barn, og dansivetrinum, sum er um at vera av. Hann sigur okkum eisini frá tiltøkum eftir føstuna
07-02-2024
Vertur er Elin Maria Olsen
31-01-2024
Leygarkvøldið 27. januar skriva vit søgu í Føroyskum dansi, tí tá verða nevniliga allir tríggir tættirnir í Sjúrðarkvæði havdir á gólvi í Sjónleikarhúsinum.
24-01-2024
Karin er uppvaksin á Eiði í einum heimi, har tað altíð hevur verið kvøðið. Tá Dansifelagið á Látrinum varð stovnað, fór hon at dansa við teimum.
10-01-2024
Ólavur fekk áhugan fyri kvæðum í fólkaskúlanum, og tá hann hoyrdi tey í nýggjum hami, m.a. við Harkaliðnum og Týr.
03-01-2024
Joen Petur hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi, og er av álvara byrjaður at kvøða við Fótatraðk í Danmark, har hann eisini hevur verið formaður.
28-12-2023
Vertur er Elin Maria Olsen
15-12-2023
Marjun byrjaði at dansa føroyskan dans í Fótatraðk í Keypmannahavn, og var við til at stovna Tøkum Lætt, sum í dag er størsta dansifelagið í Føroyum.
13-12-2023
Fríðbjørg byrjaði at kvøða við dansifelagnum Grani á læraraskúlanum, og hevur fingið heiðursløn fyri sítt arbeiði í barnadansinum.
11-12-2023
Johann Mortensen leggur til rættis
26-12-2023