Alivinnan um at missa tamarhaldið

15.01.2016 - 09:14
InnlendisVinna
Alivinnan um at missa tamarhaldið
Neyðugt er við nýggjum og strangari átøkum fyri at basa trupulleikanum við laksalús, sigur Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni Luna

Føroyska alivinnan er um at missa tamarhaldið á laksalúsini. Síðstu trý árini er talið av kynsbúnum laksalús fýrafaldað, og vanligu kemisku evnini at basa lýsnum rína nærum ikki við longur.

Neyðugt er við nýggjum og strangari átøkum fyri at basa trupulleikanum, sigur Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni Luna.

Útvarpið royndi seinnapartin hósdagin at fáa eina viðmerking frá landsdjóralæknanum, Birnu Mørkøre, men tað eydnaðist ikki.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652