Góðan morgun Føroyar

Broyta skúlaskipan í Sunda kommunu
18-01-2016
Borgarstjórin í Sunda kommunu vónar, at tað, sum er samtykt í býráðnum og í øllum skúlastýrunum, eisini verður samtykt á fólkaatkvøðuni 26. januar

Seinastu kunnandi fundirnir áðrenn fólkaatkvøðuna, um at leggja niður skúlarnar í Hvalvík og Hósvík og savna alt skúlavirksemið í Sunda kommunu í nýggja skúlanum, Skúlin við Streymin, vera týskvøldið og mikukvøldið. Á hesum fundum verður tikið saman um og skúlabygnaðurin í Sunda kommunu verður lýstur. Eisini royna tey at svara spurninginum, hvat so hendir, um fólkið ynskir at varðveita skúlarnar í bygdunum báðum.

Heðin Zachariassen, borgarstjóri, dylir ikki yvir, at hann ynskir, at tey í kommununi fullføra tað, sum býráðið og øll skúlastýrini í økinum hava samtykt, nevniliga at alt skúlavirksemið verður savnað á einum og sama staði.

- Um skúlarnir ikki verða niðurlagdir, so verða nakrar broytingar gjørdar kortini. Tað koma vit til at tosa um á fundunum, sigur Heðin Zachariassen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024