Góðan morgun Føroyar

Tey ungu seta dagsskránna á Tingi í tveir dagar
01-02-2016
Tað komu nógv áhugaverd lógaruppskot frá næmingunum, og trupult var at velja 12 úr rúgvuni, sum vera framløgd, sigur Anna Rein, samskipari

Løgtingsformaðurin beyð í august 2015 næmingunum í framhaldsdeild fólkaskúlans at senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera á Ungdómstinginum, sum er í dag og í morgin.
Hesar dagarnar seta næmingarnir sjálvir dagsskránna í Løgtinginum, og hetta er ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum teir halda vera týdningarmikil.

Tá freistin var úti, høvdu 6 skúlaflokkar sent uppskot inn. Nógv áhugaverd uppskot komu inn. Avgjørt er, at 12 uppskot koma til viðgerðar á Ungdómstinginum.

Uppskotini, ið m.a. fevna um valrætt, rúsdrekka, skúlaviðurskifti, fosturtøku, undirsjóvartunnil, v.m., eru fjølbroytt og áhugaverd.
Luttakandi flokkarnir umboða Vágs skúla, Eysturskúlan, Hoyvíkar Skúla, Skúlan á Fløtum og Nám X. Flokkarnir fara hesar báðar dagarnar at manna Ungdómstingið við 33 umboðum. Áhugavert verður at hoyra tey ymisku sjónarmiðini, ið ungdómstinglimirnir fara at leggja fram undir tingviðgerðini.

Endamálið við Ungdómstinginum er:
* at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
* at læra næmingarnar at vera ein virknari part av fólkaræðinum
* at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
* at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um
Hetta er sættu ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum.

Morgunsendingin var í Tinginum og tosaðu við Sára Magnussen úr 9. flokki í Váqs skúla, Bjørk í Hoyvík Rúnadóttir, úr 9. b í Hoyvíkar skúla, Jógvan Fríði Tróndarson, úr 9.a Eyesturskúlin, Anna Rein, frá Løgtingsskrivstovuni og Páll á Reynatúgvu, Tingformann.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024