Góðan morgun Føroyar

Skótalið Sigmunds Brestissonar 90 ár í dag
02-02-2016
Ungu dreingirnir í Havn skuldu hava nakað at fáast við, og tí var Skótalið Sigmunds Brestissonar sett á stovn fyri 90 árum síðan

2. februar í 1926 hittust fýra havnadreingir, Pauli Christiansen, Arni Ellingsgaard, Zacharias Poulsen og Eskild Christiansen, at stovna eitt skótalið, soleiðis at ungu dreingirnir í Havn kundu hava nakað at fáast við.

Nógv er broytt hjá gulu skótunum í Havn, síðan stovnsetingina fyri 90 árum síðan.
Fyrstu tíðina hildu skótarnir til í kjallaranum hjá Poulinu Christiansen, síðan varð flutt niðan í høli á Bakkahellu, áðrenn skótarnir í 1956 fluttu niðan í hugnaligu skótahøllina við Havnará, har teir hava hildið til síðan.

90 ár seinni er skótaliðið kent millum manna sum Skótalið Sigmund Brestissonar, ella teir gulu skótarnir, og verður tað hátíðarhildið í Skótahøllini við Havnará. Opið hús verður, har gamlir búnar og myndir verða sýnd fram, og Marius Rein ber fram røðu.

Jóhann Mortensen, gulur skóti, er í útvarpsstovuni og greiðir frá

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024