Góðan morgun Føroyar

UWC, ein uppliving fyri lívið
04-02-2016
United World College Red Cross Nordic er spennandi og strævin, men gevur ótrúliga nógv, sigur Ingilín D. Strøm, fyrrverandi næmingur á UWC

United World College Red Cross Nordic bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, sum á sumri 2016 er liðugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving, at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi.

Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.

Endamálið hjá skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður hetta m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 80 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum.

Nærri upplýsingar um skúlan fáast við at venda sær til formannin í Føroysku UWC-nevndini á telefon 555037 ella til lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Lestrarvegleiðingin hevur fingið sendandi tilfar um United World College. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan á hesi heimasíðuni: http://uwcrcn.no/

Leinkið til mentamálaráðið er her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024