Dansival

Jákup Jakobsen er gestur í Dansivali
08-02-2016
Jákup hevur yrkt eitt kvæði um Páll Fanga. Vit hoyra um kvæðið og vit hoyra átta kvøðarar kvøða 20 ørindi úr Páll Fanga

Kvæðayrkjarin fekk áhuga fyri kvæðum í skúlanum í Haraldssundi. Longu tá undraðist hann á, at eingin hevði yrkt eitt kvæði um Páll Fanga. Eftir drúgvt fyrireikingararbeiðið fór Jákup at yrkja kvæðið fyri skjótt nógvum árum síðani. Undan jólum kom tað á prent í Wencili.

Harafturat hoyra vit Leiv Øssursson, Vága Dansifelag - Jón í Bø skipar, Ormin Langa, Klaksvíkar Dansifelag - Jens Juul Sólbjørg skipar, Brúðarvísuna Lat okkum taka saman, Klaksvíkar Dansifelag - Jónleif Johannesen skipar, Deyðastund Sigmundar, Klaksvíkar Dansifelag - Jónleif Johannesen skipar, Eg havi verið fermur, Vága Sangkór kvøður, Grindavísuna, Dansifelag Kaggans - Regin Eikolm skipar, Kópakvæði, Dansifelagið í Havn - Brynolf Lamhauge skipar, Brestiskvæði, sumbingar - Hargin Joensen skipar, og harafturat skipar Albert Djurhuus Mær gav Sankta Mortan.

Kvæði og vísur eru her á heimasíðuni í fullari longd.

Dansival

Kvæðasending í útvarpinum.
Levi Heinesen hevur stovnað eitt dansifelag fyri ung á Viðareiði.
29-02-2024
Vertur er Jóhann Mortensen
12-02-2024
Gunnar er formaður í Sláið Ring og greiðir frá fyrstu tíðini, hann dansaði sum barn, og dansivetrinum, sum er um at vera av. Hann sigur okkum eisini frá tiltøkum eftir føstuna
07-02-2024
Vertur er Elin Maria Olsen
31-01-2024
Leygarkvøldið 27. januar skriva vit søgu í Føroyskum dansi, tí tá verða nevniliga allir tríggir tættirnir í Sjúrðarkvæði havdir á gólvi í Sjónleikarhúsinum.
24-01-2024
Karin er uppvaksin á Eiði í einum heimi, har tað altíð hevur verið kvøðið. Tá Dansifelagið á Látrinum varð stovnað, fór hon at dansa við teimum.
10-01-2024
Ólavur fekk áhugan fyri kvæðum í fólkaskúlanum, og tá hann hoyrdi tey í nýggjum hami, m.a. við Harkaliðnum og Týr.
03-01-2024
Joen Petur hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi, og er av álvara byrjaður at kvøða við Fótatraðk í Danmark, har hann eisini hevur verið formaður.
28-12-2023
Vertur er Elin Maria Olsen
15-12-2023
Marjun byrjaði at dansa føroyskan dans í Fótatraðk í Keypmannahavn, og var við til at stovna Tøkum Lætt, sum í dag er størsta dansifelagið í Føroyum.
13-12-2023
Fríðbjørg byrjaði at kvøða við dansifelagnum Grani á læraraskúlanum, og hevur fingið heiðursløn fyri sítt arbeiði í barnadansinum.
11-12-2023
Johann Mortensen leggur til rættis
26-12-2023