Fara nú at kanna uppáhald

10.02.2016 - 14:19
InnlendisVinna
Fara nú at kanna uppáhald
Stýrið í Trygdargrunninum skal nú viðgera uppáhaldið hjá einum stýrislimi, ið sigur, at reiðarar misbrúka grunnin til at rinda løn til manningarnar

Stýrið í Trygdargrunninum skal nú viðgera uppáhaldið hjá einum stýrislimi, sum leggur reiðarar undir at misbrúka grunnin til at rinda løn til manningarnar.

Talan er um rættiliga grovar útsagnir um rán og sjálvtøkuborð úr Trygdargrunninum hjá ávísum reiðarum, ið koma frá formanninum í Føroya skipara- og Navigatørfelag.

Í grein í blaðnum Mið & Magn, skrivar Annfinnur Garðalíð millum annað, at "í dag er støðan tann, at so at siga ongin fiskur fer um uppboðssøluna, tí reiðarar eiga bæði skip og loyvi og nú eisini móttøkuvirkini. Og tá er gaman í hjá reiðaríunum sjálv at áseta prísin á feska fiskinum fyri at økja vinningin í góðskingarliðnum mest møguligt."

- Vit hava biðið Annfinn Garðalíð um at útgreiða hesi viðurskifti, sigur formaðurin í Trygdargrunninum, Alfred Petersen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628