Góðan morgun Føroyar

Hava seymað 9000 puntar til gott 100 teppi
10-02-2016
Hvørt týskvøld hittast 10-12 kvinnur í Smæruni í Klaksvík at binda teppi saman av puntum, sum fólk lata teimum, sigur Maria Klein, seymikona

88 puntar til eitt teppi og gott hundrað teppi eru samanseymað hesi trý árini, hesar kvinnur hava hitst, so umleið 9000 puntar eru brúktir til teppini. Síðan verða teppini send við hjálparbussinum, mest til Rumenia.

Tað serliga við hesum er, at kvinnurnar vita ikki, hvaðan hesir puntar koma. Av og á standa smáir posar í durinum fullir av puntum. Hetta eru seymikonurnar sera takksamar fyri.

Morgunsendingin hevur verið í Smæruni, sum er hølið, har kvinnurnar hittast. Hølið er í sambýlinum á Heygum í Klaksvík.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024