Íløguloft kann elva til stríð

11.02.2016 - 13:23
InnlendisPolitikkur
Íløguloft kann elva til stríð
Tað fer at elva til stríð millum kommunurnar, leggur landið loft á íløgurnar hjá kommununum, óttast Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu

- Leggur landið loft á íløgurnar hjá kommununum, fer hetta at elva til stríð millum kommunurnar.

Tað sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, nú landsstýrið ætlar at samskipa íløgur og rakstur hjá landi og kommunum.

Í Føroyum var um aldarskiftið ein roynd gjørd við at seta íløguloft á kommunurnar. Fíggjarmálaráðið gjørdi avtalur við kommunufeløgini, sum tá vóru tvey í tali, um íløgukarm.

Avtalurnar vóru kortini ikki grundaðar í lóg, og kommunur, sum brutu avtalurnar, vórðu ikki revsaðar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584