Latið børnini sova í síni egnu song

22.02.2016 - 10:35
LívsstílurBørn
Latið børnini sova í síni egnu song
Smábørn sova best og tryggast, tá tey sova í egnari song

Børn eiga at sova hjá mammuni, til tey eru trý ára gomul. Tað heldur ein barnalækni í Suðurafrika.

Niels Bergman, barnalækni á universitetinum í Cape Town, hann hevur kannað 16 smábørn og heldur seg hava prógv fyri, at børn sova illa, tá tey liggja einsamøll í eini song, tí hjartasløgini blíva títtari og vísa strongd. Kanningin hjá læknanum vísti, at hjartað í teimum16 børnunum, hann kannaði, vóru tríggjar ferðir so strongt, tá børnini lógu í síni egnu song, enn tá tey lógu heilt tætt hjá mammuni. Børnini vóru bara róligari og svóvu betur við at liggja hjá mammuni enn at sova í síni egnu song.

Barnalæknin við annars vera við, at heilin í børnum mennist ikki sum vanligt, um tey liggja einsamøll um náttina og sova, og tað kann kann geva teimum atferðartrupulleikar, tá tey eru eldri.

Síðan hesin pástandurin frá læknanum um, at børn eiga at sova hjá mammuni til tey eru trý ára gomul, kom í altjóða miðlar í síðstu viku, hevur nógv kjak verið í miðlunum úti í verðini og ikki minst á alnetinum, tí yvirhøvur eru ráðini til smábarnafamiljur eru nú á døgum, at børnini skulu liggja í síni egnu song.

Og hesum ráðum eiga føroysk foreldur framvegis at fylgja, halda Bjarta Vilhelm á Gigni og Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur.

Tær vóru í morgunsendingini og tosaðu um børn og sovivanar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887