Góðan morgun Føroyar

"Dukkuheim" spælast í privatum húsum
29-02-2016
- Vit leita eftir tveimum húsum í Føroyum, nýggjum sum gomlum, at spæla "Eitt dukkuheim" hjá Ibsen í, sigur Gunnvá Zachariasen, samskipari

Tríggir leikarar, ein iPod, eitt privat heim onkrastaðni í Føroyum, og so áskoðarar. Tað er tað, sum skal til fyri at skapa ta mest naturalistisku útgávuna nakrantíð av kenda hjúnabandsleikinum eftir Henrik Ibsen.

Henrik Ibsen skrivaði Eitt dukkuheim í 1879, og hesin leikur er ein tann mest spældi í øllum heiminum. Kanska tí, at Ibsen skilti verulig menniskju. Hann kendi verumátan, sinnalagið og tankarnar hjá veruligum fólkum.

Ibsen vildi, at sjónleikur skuldi vera júst sum veruliga lívið, at áskoðarnir sluppu at uppliva verulig menniskju við veruligum trupulleikum í veruligum heimum.

Leikurin verður spældur heima hjá einum pari – eitt nýtt heim fyri hvørja sýning. Parið bjóðar innar, og áskoðarnir seta seg í sofuna, í vindeygakarmin, á gólvið ella har, tað nú er pláss.

Hetta merkir, at eitt føroyskt par – úr Havn, av Sandi, av Tvøroyri, úr Klaksvík, Fuglafirði, Miðvági, hvar sum helst – sleppur at uppliva sýningina heima hjá sær sjálvum.

Tvær sýningar verða: onnur fríggjadagin 27. mai kl. 19.00 og hin leygardagin 28. mai kl. 19.00

Gunnvá Zachariasen, samskipari, greiðir her frá tí, leitað verður eftir.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024