Góðan morgun Føroyar

Venjingarmiðstøðir mangla dopingeftirlit
10-03-2016
- Tað er ein trupulleiki, at bara limir í ÍSF blíva kannaðir fyri doping, tí tað finst í øðrum ítróttargreinum, sigur forkvinnan í dopingnevndini

Føroysk ítróttarfólk blíva av og á kannað, um tey taka ólóglig evni, sum hoyra undir bólkin doping.

Men talan er bara um ítróttarfólk, sum eru limir í Ítróttarsambandi Føroya, og tað er ein trupulleiki, heldur forkvinnan í dopingnevndini.

- Tað er ein samfelagsligur trupulleiki, tá mann hugsar um, hví mann kannar fólk fyri doping. Vit kanna okkara fólk fyri at tryggja, at tað ikki skal vera møguligt at svika í kappingum, men hugsar mann um heilsuna, so er tað ein trupulleiki, at tey, sum ikki eru limir í ÍSF ongantíð blíva kannað, sigur Annika Lindenskov.

Sølvi Winther Olsen er lækni og situr eisini í føroysku dopingnevndini, sum til samans telur trý fólk. Hann er heldur eisini, at tað er ein trupulleiki, at bara ávísar ítróttargreinar fáa vitjan av dopingnevndini.

- Í roynd og veru eru tað motiónistar og fólk í venjingarmiðstøðunum, sum áttu at blivið kannað. Serliga hugsi eg um hesar ungu dreingirnar, sum eru nógv í venjingarmiðstøðum, og sum brádliga fara at vaksa seg óvanliga stórar. Tað eru júst tær typurnar, sum áttu at verið kannaðar. Men av tí at venjingarmiðstøðirnar ikki eru partur av ÍSF, so verður tann bólkurin av ítróttarfólkum ikki kannaður, sigur Sølvi Winther Olsen.

Í morgunsendingini fortaldu Annika Lindenskov og Sølvi Winther Olsen um dopingeftirlit í Føroyum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024