- Hotellbyggingin má tola almenna umrøðu

23.03.2016 - 12:56
InnlendisPolitikkur
- Hotellbyggingin má tola almenna umrøðu
Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn, vísir aftur ákærunum, at hann hevur skyldina fyri, at hotellætlanirnar á Vestaru Bryggju vórðu sleptar

Ein privat hotell-bygging fyri 50 mió kr. í einum bygningi, sum kommunan hevur umvælt fyri 100 milliónir skattakrónur, má tola almenna umrøðu.

Tað sigur Annfinn Brekkstein, býráslimur, sum nú fær skyldina fyri slitnaðu samráðingarnar millum Smyril Line og Tórshavnar kommunu.

Fanst alment at ætlanini

Ætlanin at byggja hotellið varð slept, tí hon varð blivin politisk, varð grundgevingin fyrr í vikuni.

Annfinn Brekkstein fanst í Sosialinum at leiguavtaluni, sum stóð á skránni til býráðsfundin, men varð tikin av aftur skrá.

Annfinn Brekkstein avvísir í dag, at hansara útalilsi hevur kostað kommununi eina leiguavtalu við Smyril Line.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585