Góðan morgun Føroyar

Dótturin bleiv bjóðað biltúr við barnalokkara
05-04-2016
- Tíbetur hendi einki, men vit eru kløkk um hendingina, sigur Lilian Hellisdal, hvørs dóttir var fyri eini keðiligari uppliving leygarkvøldið

- Eg sá alt fyri eitt, at alt ikki var soleiðis, sum tað plagar, og tí spurdi eg dóttrina, um okkurt var galið. Tá fortelur hon so, hvat hon hevur upplivað.

Orðini eigur Lilian Hellisdal, sum býr í Kollafirði.

Leygarkvøldið hevði 10 ára gamla dótturin verið í barnaklubba, og á veg heim steðgar ein bilur henni.

- Hon fortaldi okkum, at í bilinum sat ein maður í sólbrillum og keppi og spurdi, um hann ikki skuldi koyra hana heim. Hon skuldi fáa bomm afturfyri, sigur Lilian Hellisdal.

Dótturin segði nei takk og skundaði sær heim.

- Tíbetur hendi einki, men vit eru sjálvandi kløkk um hendingina, sigur Lilian Hellisdal, sum alt fyri eitt skrivaði eina ávaring á Facebook, soleiðis at onnur foreldur í Kollafirði og har á leiðini vóru kunnað um barnalokkaran.

Málið er meldað til løgregluna.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024